Heiða og Maria royna nýggjar leiðir

Í hesum tíðum, tá skúlar og skrivstovur lata uppaftur er stórur tørvur á fyribilsloysnum, sum kunnu minka um váðan fyri smittuspjaðing.

Marie Stampe Berggren og føroyska Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe eru kvinnurnar handan Drop Bucket

Marie Stampe Berggren og føroyska Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe eru kvinnurnar handan Drop Bucket

Í síðstu viku hittist bólkurin hjá Drop Bucket, felagið har føroyska Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe er ein av høvuðskvinnunum, fyri at finna loysnir fyri virksemi felagsins.

Drop Bucket hevur framleitt nógv ruskíløt út pappi til festivalar og onnur stór tiltøk. Men nú øll hesi tiltøk eru avlýst, so liggja tær við stórari goymslu, sum helst verður liggjandi til næsta ár.

##med2##

– Vit skitsaðu, teknaðu og gjørdu fyrsti prototypurnar av allar fyrsta borðskíggja okkara til minking av smittuspreiðing, tá vit sita í nógvar tímara saman og arbeiða. Teir eru bíligir og gjørdir í Danmark úr umhvørvisvinarligum plasti, skriva tær á Facebook síðu síni.

Fyrstu skíggjarnir vórðu settir til sølju á nethandlinum hjá Drop Bucket mánadagin.

Marie Stampe Berggren og føroyska Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe eru kvinnurnar handan Drop Bucket