Heiðra nýggja landsstýrið í Tinganesi í morgin

Almenn móttøka verður fyri nýggja landsstýrinum í Tinganesi í morgin.

Løgmansskrivstovan skipar seinnapartin í morgin, mánadagin 16. september, fyri almennari móttøku, nú nýtt landsstýrið verður skipað. Helst fer løgmaður á móttøkuni at tilnevna tey seks landsstýrisfólkini, hann hevur aftur at sær.

Nýggja landsstýrið sær soleiðis út:

##med2##

Sambandsflokkurin:

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður

Kaj Leo Holm Johannesen, heilsumál

Helgi Abrahamsen, vinnu-, orku-, umhvørvis- og innlendismál

 

Fólkaflokkurin:

Jørgen Niclasen, fíggjarmál

Jacob Vestergaard, fiskivinnumál

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, almannamál

 

Miðflokkurin:

Jenis av Rana, menta- og uttanríkismál.

 

Móttøkan verður frá kl.15 til 17 í Tinganesi.