Arbeiðsóhapp í Runavík

Ein kassi feyk í storminum og rakti ein mann


Nú seinnapartin hendi eitt arbeiðsóhapp í Runavík, men skaðin var ikki so álvarsligur.

 

Talan var um arbeiði á havnalagnum, har ein fiskakassi brádliga varð tikin av vindi og rakti ein mann.

 

Maðurin fekk ein skaða á ein geisla, og nøkur blá merki. Hann var til kanningar,  men tað var ikki verri enn so, enn at hann skal ganga við kraga í eina tíð.