Heiðursløn til verðurlagsaktivistar

Verðurlagsaktivisturin Greta Thunberg og øll rørslan “Fridays for Future” fekk mánadagin handað ársins Ambassador of Conscience Award frá Amnesty International.

Senski umhvørvisaktivisturin Greta Thunberg saman við aðalskrivaranum hjá Amnesty International, Kumi Naidoo, sum handaði henni heiðurslønina (Photo by ANDREW CABALLERO-REYNOLDS / AFP)

Senski umhvørvisaktivisturin Greta Thunberg saman við aðalskrivaranum hjá Amnesty International, Kumi Naidoo, sum handaði henni heiðurslønina (Photo by ANDREW CABALLERO-REYNOLDS / AFP)

Á hvørjum ári verður henda heiðursløn givin einum ella fleiri, sum hava gingið á odda í stíðrnum at verja og fremja mannarættindi.

– Øll hesi menniskju krevja, at vit øll taka verðurlagsbroytingar í álvara. Tey minna okkum øll á, at vit hava størri ávirkan og vald enn vit geva okkum far um, og at vit øll eiga at taka lut í stríðnum at steðga veðurlagsbroytingum og verja mannarættindi hjá núverandi og komandi ættarliðum, segði Kumi Naidoo altjóða aðalskrivari hjá Amnesty International.

Í kvøld kl 19.00 bjóðar Amnesty Ung oman í Reinsaríið, har tey fara at heiðra veðurlagsverkføllunum í Føroyum og at bjóða mat frá Vistgrøði.

– Komið øll við – hesin heiður er til øll tykkum, sum á onkran hátt hava verið partur av veðurlagsverkføllunum.

– Og komið øll tit, sum ynskja at heiðra hesum veðurlagshetjum, skrivar Amnesty International Føroya Deild.

Senski umhvørvisaktivisturin Greta Thunberg saman við aðalskrivaranum hjá Amnesty International, Kumi Naidoo, sum handaði henni heiðurslønina (Photo by ANDREW CABALLERO-REYNOLDS / AFP)