Heildarætlan fyri Stórutjørn avdúkað í dag

Í dag klokkan 16 verður greitt, hvør heildarætlan fyri Stórutjørn arbeitt verður víðari við.

Tað var í fjør, at Tórshavnar býráð samtykti at leggja lunnar undir framtíðar virksemið við Stórutjørn.

Tórshavnar kommuna bjóðaði fyrst føroyskum arkitektum og arkitektavirkjum til hugskotskapping um heildarætlan fyri økið við Stórutjørn. Síðani vóru fýra toymi undangóðkend at luttaka. Toymini lótu teirra uppskot til heildarætlan inn 17. apríl 2020.

Alt bendir á, at Stóratjørn verður tann næsti býarparturin í Tórshavnar kommunu, ið farið verður undir at skipa.

Økið er tilsamans 800.000 m2 til støddar og liggur millum Klingruna fyri sunnan, vinnuøkið á Hjalla fyri norðan, býlingin Inni á Gøtu fyri eystan og haga fyri vestan.

Heildarætlanin, sum nú verður avdúkað, snýr seg um, hvar bústaðarbyggingin verður, hvar vinnustykkini verða, hvar ítrótturin verður skipaður, og hvussu vegir og gøtur verða skipaðar.

– Tann, sum hevur vunnið 1. virðislønina í samlaðu dømingini, verður knýttur at verkætlanini at leggja Stórutjørn til rættis sum ráðgevi, sigur Tórshavnar kommuna, sum fer at boða frá heildarætlanini seinnapartin í dag.