Heilsaðu Signar P. Dam við horntónleiki

Signar P. Dam, kommunulækni á Tvøroyri, varð tikin á bóli við horntónleiki frá Tvøroyrar Hornorkestri og flaggandi vinum og starvsfeløgum uttan fyri læknaviðtaluna í sjúkrahúsgarðinum í dag.

Høvið var, at 83 ára gamli kommunulæknin hevði síðsta arbeiðsdag í dag, eftir at hann í ár hevur røkt sama starv í 50 ár.

Vegna støðuna við koronu er almenna hátíðarløtan flutt til 8. mai, tá heilsumyndugleikarnir verða vertir fyri tiltaki á Seglloftinum á Tvøroyri.

##med2##

##ms##