Heilsufrøðiliga Starvsstovan; Afturkalling av kikertrum

Javnan skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan um vørur, ið eru afturkallaðar, tí vandi er á ferð, ella okkurt er galið.

Og nú er aftur galið.

Starvsstovan skrivar soleiðis á síni heimasíðu:

Midsona Danmark A/S afturkallar Urtekram kikertrar, tí tað er vandi fyri at klukkur eru í vøruni.

Hvør er vøran:  Urtekram Kikærter (se mynd)

Nettovekt: 400 gram

Best fyri dato: 01/10/2020 og 21/10/2020

EAN stregkode nr.: 5765228106037

Vandi: Vandi er fyri at klukkur eru í matvøruni.

Hvar er vøran seld: Vøran er seld í føroyskum handlum

Ráð til borgaran: Lat vøruna aftur har hon er keypt ella bein vøruna burtur.