Heilsuskaðiligt at eta av ávísum tallerkum og at drekka úr ávísum koppum

Avarað verður ímóti fleiri sløgum av borðbúnaði, bæði til børn og vaksin

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti fleiri sløgum av borðbúnaði og tallerkum til pinkubørn.

Í fyrra lagi er tað fyritøkan, Oase Outdoors, sum afturkallar Outwell Bambus døgurðasett, talan er um merkini Iris Blue og Primrose Green, og sum eru seld í 2017 og fjør.

 

Talan er um hesar ávísu sløgini:

 

Primrose Green 2 fólk
Vørunr.: 650521:
EAN-strikukodunr.: 5709388069382

Primrose Green 4 fólk
Vørunr.: 650522
EAN-strikukodunr.: 5709388069405

Iris Blue 2 fólk
Vørunr.: 650519
EAN-strikukodtunr.: 5709388069375

Iris Blue 4 fólk
Vørunr.: 650520
EAN-strikukodunr.: 5709388069399

 

Samstundis afturkallar fyritøkan Done By Deer A/S tvey sløg av tallerkum til pinkubørn.  Talan er um Blå "Yummy" tallerk við mynd av "Happy Dots" og sum er selt frá januar til apríl í ár.

Vørunummarið er: 10542 Batchnummer: 108950918. Numruni standa aftan fyri á tellerkunum og hesir tallerkarnir eru seldir í Føroyum.

Talan er eisini um Rosalittar "Anti-Slip" tallerkar med mynd av "Contour", og sum er seldir eftir 22. august í 2017. Vørunummarið er 10507 og Batchnummari: 104520417. Numruni standa aftan fyri á tallerkunum.

Batchnummarið, sum stendur aftan fyri á tallerkunum, er: 104520417 og vørunummarið er 10542.

Hesir tallerkarnir eru ikki seldir í Føroyum, men teir kunnu vera keyptir uttanlands.

Vandi er fyri at vøran letur frá sær ov nógv av kemiska evninum melamin, og vørur, sum geva ov nógv melamin frá sær, eiga ikki at koma í sambandi við mat.

Melamin í óv stórum nøgdum kann elva til krabbamein og nýraskaðar hjá fólki.

 Serliga skal ansast eftir, at heitur matur verður latin í tallerkar, og annan borðbúnað við melamin í. Borðbúnaðurin skal nevniliga ikki verða heitari enn 70 stig, so gevur tað meiri melamin frá sær. Sostatt eru hygguráðini ikki at gera børnum heitan mat í íløtum við melamini í, og tað er heldur ikki ráðiligt at seta íløt við melamini í mikrobylgjuovnin.