Heilsustarvsfólk, ið hava ferðast í Italia, skulu í avbyrging

– Starvsfólk í føroyska heilsuverkinum, ið hava ferðast í Italia, skulu í avbyrging í 14 dagar, tá ið tey koma heimaftur. Onnur fólk, ið hava verið í Norðuritalia, verða mælt til at fara í sjálvbodna avbyrging, sigur Shain Gaini, serlækni

 

 

Corona-virus er komið til Føroyar, og nú heita heilsumyndugleikarnir í Føroyum á fólk, ið hava ferðast í vandaøkjum, um at vísa serlig atlit. Norðuritalia er tað økið í Evropa, har flestu tilburðir hava verið, og tí er tað økið komið í ein serligan vandabólk.

– Vit vita frá øðrum londum, at tað eru serliga eldri og veik fólk, ið eru í vanda av corona-virisinum. Tí mugu vit vísa serlig atlit, sigur Shain Gaini.

Hann sipar serliga til tey, ið starvast á sjúkrahúsi og sum starvast innan eldraøkið.
– Tey, ið arbeiða á sjúkrahúsi, og sum starvast innan eldraøkið, mugu vísa serlig atlit. Tí hava vit sagt, at øll heilsustarvsfólk, ið hava ferðast í Italia, skulu í avbyrging í 14 dagar, tá ið tey koma heimaaftur. Og vit mæla til, at onnur fólk, ið hava verið í Norðuritalia, fara í sjálvbodna avbyrging í 14 dagar, sigur Shain Gaini.

Onnur skulu hugsa nógv um reinføri.

– Vit skulu øll hugsa um reinføri. Tí skulu vit vaska hendur ofta, sigur hann.
Landslæknin mælir eisini til varsemi.

– Eg helt, at Føroyar var heimsins tryggast land. Men tað er tað ikki, sigur Lars Fodegaard Møller, landslækni.

Tá ið hann verður spurdur um, hvussu vit skulu heilsast í framtíðini, sigur hann.

– Kanska skulu vit gera okkurt annað enn at taka í hondini á hvørjum øðrum. Kanska kunnu vit geva albogan til hvønn annan, sigur hann.

Sjálvur er hann hann tó ikki givin at taka í hondina á hvørjum øðrum.

– Nei, tað eri eg ikki, sigur hann.