Heilt erligt, Eivør!

Kinna Poulsen frá listaportal.com hevur verið á konsert hjá Eivør og ummælir konsertina undir yvirskriftini Heilt erligt, Eivør!.

Konsertin við Eivør í Maggies í gjárkvøldið var so framúrskarandi góð, at undirritaða hevur ilt við at finna út av akkurát hvørji superlativ hóska best til tess at lýsa risastóru tónleikaupplivingina í pinkalítla, hugnaliga caférúminum í Nólsoy við hønum og dunnum uttan fyri vindeyga (umframt leskandi útsýninum á húsatekjur og oynna sum í fantastisku málningunum hjá Steffani Danielsen) og tónleikafegnum menniskjum innandura, skrivar Kinna Poulsen.

Tað eru ómetaliga fá menniskju, sum klára at umsita og miðla so stórar kenslur á so stórbæran og sannførandi hátt, sum Eivør megnar. Tað ger hon við eini rødd, sum ikki bara er eitt náttúrugivið sansaligt fenomen eins og ein fossur onkran dýggjvátan dag, men sum hon við venjing og royndum hevur forfínað til eitt instrument, ið ger júst tað, hon setir sær fyri at gera uttan mun til um tað er høgt ella lágt, stillt og inniligt, stórsligið ella løtt við villskapi. Tað var fantastiskt at uppliva. Bæði rørandi og gleðiligt; hjartað stóð fleiri ferð til at bresta av øllum kenslunum, sum tónleikaligi autoriteturin vakti í okkum, skrivar Kinna Poulsen millum annað í ummælinum, sum kann lesast í fullari longd á www.listaportal.com