- Heilt, heilt fantastiskt!

Tað var ein fegin kvinna á Argjum, sum vann 40.000 skattafríar krónur í Gekka-spælinum í kvøld.

Petrina Berg á Lag var vertur í gekka-spælinum í kvøld. Ta uppgávuna megnar hon altíð væl.

Petrina Berg á Lag var vertur í gekka-spælinum í kvøld. Ta uppgávuna megnar hon altíð væl.

 

Tað var Rudi Rasmussen, sum fekk fulla plátu og slapp ígjøgnum í Gekka-spælinum í kvøld. Longu, áðrenn drátturin byrjaði, viðgekk hon, at hon var ógvuliga spent. - Eg ristist, so spent eri eg. Tað er heilt óveruligt bara at vera sloppin ígjøgnum, segði hon.

Høvuðsvinningurin í kvøld var á 1,1 miljónir krónur, sum Rudi Rasmussen valdi at deila í teir tríggjar leyparnar við 400.000 krónum í hvørjum leypi. Hon helt, at hóast vinningurin er deildur, er hetta framvegis nógvir pengar, sum spælt verður um.

Í fyrstu royndini steðgaði gekka-hjólið á 12.500 krónum, sum faldað við trý hevði givið henni 37.500 krónur. Hon tók málið upp við onkran, sum var aftan fyri, og tá hon løtu seinni hoyrdist aftur í telefonini, helt hon fyri, at hon vildi royna einaferð aftrat. 

Í øðrum drátti steðgaði hjólið á 20.000 krónum, sum faldað við tvey hevði givið henni 40.000 krónur. - Eg velji at steðga her - ja, takk. Hetta er heilt, heilt fantastiskt, segði Rudi Rasmussen, sum týðiliga vísti, at hon var serstakliga væl nøgd við vinningin, 40.000 skattafríar krónur.

##med2##

 

 

 

 

Petrina Berg á Lag var vertur í gekka-spælinum í kvøld. Ta uppgávuna megnar hon altíð væl.

Rudi Rasmussen, sum fekk fulla plátu og vann 40.000 krónur í gekka-spælinum. Myndin er av Facebook.