Heilt nógvir føroyingar sløktu ljósið

Upp á ein tíma spardu vit líka nógvan streym sum ein vanlig familja brúkar í eitt heilt ár

 

 

Tað vóru tað munandi fleiri føroyingar, sum sløktu ljósið í ár enn tað plagdi vera. Tað sigur Sev, nú tími jarðarinnar, ella Earth Hour, var leygarkvøldið.

Ætlanin við tiltakinum er at fáa øll í heimum at sløkkja ljósið í ein tíma leygarkvøldið fyri at geva náttúruni ans.

Eisini føroyingar plagdu vera við í tiltakinum, og í hesum sambandi hava eisini fleiri kommunur sløkt gøtuljósini hesa løtuni.

Og Sev sigur, at hesa ferð vóru tað munandi fleiri, sum sløktu ljósið, enn vanligt hevur verið hini árini.

Hini árini hevur Sev ikki sæð stóran mun á streymnýtsluni hendan tíman tiltakið vardi, og vanligu nýtsluni.

Í fjør var streymnýtslan 1,65 MW minni hendan tíman enn hon plagdi vera. Men í ár fall nýtslan 4,78 MW hendan tíman ímillum klokkan 20.30 og 21.30, táið tiltakið var.

Sev sigur, at hetta svarar til tað, eitt miðal húsarhald brúkar ú eitt heilt ár.

Upprunaliga endamálið við Tíma Jarðarinnar var at minna fólk á at geva náttúruni ans og at minka um elnýtsluna.

Síðani tiltakið byrjaði í 2007 er framleiðslan av elorku kring heimin vorðin munandi meira burðardygg og nú verður hendan løtan eisini brúkt til at heita á fólk um at virða náttúruna sum heild, og í ár hevur dagurin verið nýttur til at varpa ljós á ljósdálking, sum kann vera til ampa fyri fuglar.

– Hóast elframleiðslan er væl meira burðardygg í dag, enn tá Earth Hour tiltakið varð sett á stovn, eru vit enn ikki komin heilt á mál, sigur Sev.

–  Men eisini táið elframleiðslan er vorðin 100 prosent burðardygg, fer tað framvegis at verða neyðugt at minna fólk á at nýta el við skili, fyri at sleppa undan óneyðugum útbyggingum, sigur Hákun Djurhuus, stjóri á Sev í eini fráboðan frá Sev.

Í Føroyum brúktu við 36 MW av streymi hendan tíman, tiltakið vardi. Av teimum vóru 86 prosent burðardygg orka, og sostatt vóru 79 prosent av streyminum úr vatnorku og sjey prosent vóru úr vindorku. Tey seinastu 14 prosentini av streyminum vóru so úr olju, sigur Sev.