- Heilt ótrúligt!

Fróði Justinussen í Trongisvági gjørdist hepni vinnarin í Gekka-spælinum í kvøld.

 

Fróði Justinussen, sum býr í Trongisvági, fekk í kvøld fulla plátu í Gekka-spælinum og slapp at draga um høvuðsvinningin.

Høvuðsvinningurin var á 2,8 miljónir, og Fróði Justinussen valdi at deila vinningin í teir tríggjar leyparnar við 950.000 krónum í hvørjum leypi.

Í fyrsta drátti steyk hjólið ein seym framvið bláa leypinum, og í øðrum drátti var hann akkurát ein seym ov stuttur.

Men, í triðja og seinasta drátti steðgaði hjólið so beint á bláa leypinum, og við hesum gjørdist Fróði Justinussen 950.000 krónur ríkari.

- Heilt ótrúligt! Túsund takk, Petrina, vóru orðini hjá einum fegnum vinnara í Gekka-spælinum í kvøld, Fróða Justinussen í Trongisvági.