Hjalmar Joensen er nummar 13 í heiminum

- Eg eri ikki nøgdur við mítt avrik, sigur 56-ára gamli innirógvarin

Hjalmar Joensen gjørdist nummar 13 til heimsmeistarakappingina í inniróðri, mynd: Hjalmar Joensen

Hjalmar Joensen gjørdist nummar 13 til heimsmeistarakappingina í inniróðri, mynd: Hjalmar Joensen

Hjalmar Joensen luttók í gjár í C.R.A.S.H-B heimsmeistarakappingini í inniróðri. Hann róði í bólkinum ´menn 55-59 ár´, og kom á mál við tíðini 6.56,8. Hann kappaðist móti 35 øðrum monnum úr øllum heiminum. Hóast hann róði betur enn helmingurin, er aldursforsetin millum føroysku luttakarnar ikki nøgdur.

 

- Eg róði mína bestu tíð til DM í Gladsaxe fyri trimum vikum síðani. Í dag róði eg tvey sekund seinni, og tað er ikki nøktandi, sigur 56-ára gamli Toftamaðurin, sum er búsitandi í Vanløse. Mótvegis hinum fimm innirógvarunum, sum hava umboðað Føroyar í Boston, hevur Hjalmar Joensen sjálvur fíggjað ferðina yvir um hav. Honum dámar nevniliga avbjóðingar.

 

Onnur fara upp á Mount Everest, Hjalmar fer til Boston

Hjalmar Joensen hevur í nógv ár íðkað føroyskan kappróður í Danmark. Tað er soleiðis, hann er komin at kenna Búgva Poulsen, sum eisini luttók í heimsmeistarakappingini.

 

- Búgvi fekk lokkað meg við til DM í inniróðri. Tað gekk væl, og tískil fekk eg hug at royna fleiri avbjóðingar. Onnur fara upp á Mount Everest, eg fari til Boston, sigur Hjalmar Joensen flennandi úr Boston. Rómurin hinumegin Atlantshavið er góður. Hóast summi eru nøgd og onnur ónøgd, er lagið gott í ferðalagnum.

 

- Hetta hevur verið ein fantastiskur túrur, og hann er verdur hvørja krónu, letur í Hjalmari. At fíggja ein slíkan túr er ikki bíligt. Tá ið alt er lagt saman, kostar túrurin umleið 12-14.000. Men tað forðar ikki Hjalmari at royna seg aftur komandi ár.

 

- Eg kundi væl hugsað mær at farið aftur til Boston komandi ár, hóast RSF ikki fer at raðfesta hesa kappingina longur. Tað snýr seg bert um at leggja pening til síðis, sigur Hjalmar Joensen at enda.

 

Hjalmar Joensen og hinir føroysku innirógvararnir lenda í Danmørk í morgun.