Heimastýrið vil byggja við betongelementum

- Hesin byggiháttur ger, at vit eftir inniloking kunnu arbeiða víðari við innrætting og instalatiónum - uttan, at veðrið órógvar, sigur stjórin í BJ Entreprise, Jeppe Mortensen.

 

Her er KJ Greenland í holt við at byggja 48 íbúðir í Ilulissat fyri grønlendska heimastýrið.

Her er KJ Greenland í holt við at byggja 48 íbúðir í Ilulissat fyri grønlendska heimastýrið.

 

Sermitsiaq skrivar í dag, at ein nýggjur byggiháttur nú vinnur fram í Grønlandi. Talan er um at byggja íbúðir við betongelementum. Onkur lesari undir greinini viðmerkir, at hetta er ein byggiháttur, sum er brúktur aðrastaðni í hundrað ár. Tískil er tað einki nýtt við at byggja við betongelementum. 

Tað eru mong ár síðan, at Føroyar fingu sítt fyrsta betongelementvirki, og í Føroyum er hetta als ikki nakar nýggjur byggiháttur. Men, nú er so grønlendska heimastýrið farið at seta krøv um, at tær byggiverkætlanir, sum heimastýrið stendur aftan fyri, skulu fremjast við betongelementum.

Sermitsiaq skrivar, at tað eru fleiri entreprenørar, sum hava tikið ynskið hjá heimastýrinum til sín, og í dag eru betongelementvirki bæði í Ilulissat, Sisimiut og Nuuk.

Í løtuni er byggifyritøkan - KJ Greenland - í holt við at byggja 48 íbúðir fyri heimastýrið í Ilulissat. Fyrstu íbúðirnar í hesi byggiverkætlan skulu ætlandi latast í januar 2021, og tær seinastu á sumri í 2022.

Heimasíðan skrivar, at betongelementvirkini í Ilulissat og Sisimiut hava úr at gera, og har vænta tey, at upp aftur meira verður at gera í komandi ári. Orsøkin er, at heimastýrið júst hevur boðað frá, at tey ynskja, at komandi lestraríbúðir í øllum lestrarbýum í landinum skulu byggjast upp við betongelementum.

BJ Entreprise í Sisimiut var fyrsta entreprenørfyritøkan í Grønlandi, sum bygdi sína elementverksmiðju, og her eru tey nú í holt við at seta upp betongelementir til 24 nýggjar íbúðir, sum fyritøkan byggir fyri grønlendska heimastýrið. Haraftrat hevur fyritøkan fingið til uppgávu at byggja 12 íbúðir aftrat á sama øki.

- Tað eru ikki tær stóru avbjóðingarnar at bygga við betongelementum. Men, vit síggja nógvar fyrimunir við hesum, sigur stjórin í BJ Entreprise, Jeppe Mortensen, við Sermitsiaq.

Hann leggur aftrat, at við betongelementum gongur arbeiðið skjótari. Vanliga fær fyritøkan almennar byggiuppgávur um heystið, og tískil kunnu arbeiðsfólkini fara í holt við betongelementini, sum veturin gongur. Skjóta uppsetingin á byggiplássinum ger, at íbúðirnar skjótasti eru innilokaðar móti vindi og veðri.

- Hesin byggiháttur ger, at vit eftir inniloking kunnu arbeiða víðari innan við innrætting og instalatiónum - uttan, at veðrið órógvar, sigur stjórin í BJ Entreprise, Jeppe Mortensen.

 

 

Her er KJ Greenland í holt við at byggja 48 íbúðir í Ilulissat fyri grønlendska heimastýrið.