Heimavirkað pløgg og lutir í Krambúðini

- Vit leggja dent á, at pløgg og lutir, sum vit selja, eru nútímans, sigur Barbara Brattaberg, forkvinna í Norðstreymoyar Heimavirkisfelag

 

 

 

Nú fjarðastevna verður í Vestmanna í morgin, fer eisini Krambúðin hjá Norðstreymoyar Heimavirkisfelag at hava opið við nógvum ymiskum og flottum heimavirkislutum. Tað er ein nevnd, sum stendur aftan fyri áhugafelagið, og forkvinna í nevndini er Barbara Brattaberg. Vestmanna kommuna eigur húsið, ið er gamla krambúðin hjá Niels hjá John, sum tey róptu handilin. Húsið er eisini bygdasavn, sum er á loftinum.

Íbúðin í húsunum er nýliga sett í stand í 1920-ára stíli, og her er eisini kaffistova. Í húsunum er eisini Vektarbúðin, og her plagar kommunan at skipa fyri konsertum. Í vektarbúðini er eisini ein ullaframsýning. - Tá tú kemur inn í íbúðina, er fyrst Vektarbúðin har, og síðan gongur tú oman í Krambúðina, har pløgg og lutir hjá okkara limum eru til sølu.

Barbara Brattaberg sigur, at Norðstreymoyar Heimavirkisfelag, sum hevur umleið 140 limir í Vestmanna og Kvívík, hevur húsast í Krambúðini í eini seks ár. - Vit hava umleið 40 virknar limir, sum arbeiða við ymiskum heimavirkaðum, og vit hava opið um sumrarnar og síðan aftur til jólar.

Í Krambúðini eru mong snøgg, vøkur og nútímans pløgg, og her eru eisini smúkkur og ymiskir aðrir lutir. Flestu limir eru kvinnur, men her eru eisini nakrir menn, sum eitt nú arbeiða við horni.

Hon sigur, at leigan, sum áhugafelagið rindar kommununi, er fimm prosent av kaffisøluni, og síðan rinda tey, sum selja síni pløgg og lutir her, 20 prosent av søluni til felagið. - Vit skipa eisini fyri skeiðum fyri limirnar og ein partur av tí, vit fáa burtur av søluni, verður brúkt til hesi endamál. 

##med2##

Barbara Brattaberg sigur, at í tí stóra og heila eru áhugafelagið og Krambúðin eitt trivnaðarátak. - Vit leggja dent á, at pløgg og lutir eru nútímans, og eg tori at siga, at tey, sum keypa her hjá okkum, fáa ein góðan prís.

Nú fjarðastevna verður í Vestmanna í morgin, verður Krambúðin opin frá klokkan 14 til 17, meðan kappróðurin er, og síðan verður opið aftur frá klokkan 20 til 22 leygarkvøldið, tá konsert verður í Vektarbúðini. - Krambúðin og kaffistovan eru annars opin í summarhálvuni týsdag, mikudag og hósdag frá klokkan 14 til 17, sigur nevndarforkvinnan í Norðstreymoyar Heimavirkisfelag.