Myndirnar eigur Calanus.

Heimsins fyrsta reyðætuverksmiðja

- Hetta er reinur ørskapur, sigur leiðarin í Norges Kystfiskerlag, Arne Pedersen.

Myndirnar eigur Calanus.

 

Tað eru tey í Noregi, sum vænta, at eitt nýtt ídnaðarævintýr er við at taka seg upp. Talan er um heimsins fyrstu reyðætuverksmiðju, sum nú skal byggjast. Reyðæta verður bara tríggjar millimetrar long og er ókend fyri tey flestu.

Verður ætlaða verkætlanin, sum felagið Rørstad stendur aftan fyri, veruleiki, kunnu vit siga, at føðin hjá fiski í havinum, nú eisini verður føðin hjá menniskjum.

Fyrr í hesum mánaðinum varð grundarsteinurin fyri ætlaðu verksmiðjuni lagdur í Sortland kommunu í Vesterålen í Noregi. Hetta verður ein verksmiðja, sum verður umleið 2750 fermetrar.

- Vit kunnu taka frysta reyðætu inn á verksmiðjuna og virka hana til olju og proteinir, sigur dagligi leiðarin í Calanus, Gunnar Rørstad.

Í samrøðu við NRK sigur hann, at fyritøkan fer at arbeiða við einari fantastiskari rávøru, og felagið fer at framleiða tær vørur, sum marknaðurin vil hava. Sjálvur væntar dagligi leiðarin, at reyðætuverkætlanin fer at gerast eitt nýtt, norðurnorskt ídnaðarævintýr.

Fyritøkan Rørstad, sum byggir Calanus, væntar, at nýggja slóðbrótandi framleiðsluvirkið fer at standa liðugt og klárt at byrja framleiðslu í februar í 2021. Sjálvt virkið fer at kosta 170 miljónir norskar krónur at byggja.

Leiðarin í Norges Kystfiskerlag, Arne Pedersen, heldur, at fiskiskapur eftir reyðætu er reinur ørskapur. Hann stúrir fyri, at veiðan fer at oyðileggja toskastovnin, sum livir framvið strendurnar í Norðurnoregi, tí reyðæti er grundarlagið undir føðini hjá toskinum.

##med2##

Myndirnar eigur Calanus.