Í 2019 var hon við til yvirtøkuna av Ronju Explorer, og tað er her umborð, Helena Våge Rusten nú verður ovasti myndugleiki sum skipari. Mynd: Sølvtrans Rederi

Heimsins fyrsti kvinnuligi skipari á brunnbáti

- Vit eru ógvuliga fegin um, at Helena Våge Rusten valdi at satsa upp á okkum, siga tey í reiðarínum, sum nú hevur sett norsku kvinnuna sum skipara.

Í 2019 var hon við til yvirtøkuna av Ronju Explorer, og tað er her umborð, Helena Våge Rusten nú verður ovasti myndugleiki sum skipari. Mynd: Sølvtrans Rederi

 

- Tað er við gleði og stoltleika, at okkara starvsfólk gjøgnum fleiri ár - Helena Våge Rusten - í dag verður skipari í Sølvtrans Rederi umborð á skipinum, Ronja Explorer. Hetta er fyrstu ferð, at ein kvinna tekur við starvinum sum skipari á brunnbáti.

Tað skrivar reiðaríið í eini fráboðan til norsku heimasíðuna www.ilaks.no

Kvinnan og nú skiparin, Helena Våge Rusten, er úr Sandsøya, men hon býr í Ålesund í Noregi. Hon hevur arbeitt fyri Sølvtrans Rederi í fleiri ár, og hon byrjaði á dekkinum. Í 2017 gjørdist hon fastur yvirstýrimaður í reiðarínum.

- Hon hevur siglt við øllum skipum hjá reiðarínum, men hon hevur verið longst umborð á Ronju Superior. Í 2019 var hon við til yvirtøkuna av Ronju Explorer, og tað er her, hon nú verður ovasti myndugleiki sum skipari, siga tey í Sølvtrans Rederi.

Lagt verður aftrat í fráboðanini til ilaks.no, at tá reiðaríið hevur fleiri enn 250 arbeiðspláss umborð á norskum skipum, vita tey eisini, at tað er ikki nøkur sjálvfylgja, at ein kvinna er í skiparastólinum. - Tí eru vit ógvuliga fegin um, at Helena Våge Rusten valdi at satsa upp á okkum, siga tey í reiðarínum.

##med2##

Í 2019 var hon við til yvirtøkuna av Ronju Explorer, og tað er her umborð, Helena Våge Rusten nú verður ovasti myndugleiki sum skipari. Mynd: Sølvtrans Rederi