- Tað var trupult at hava hann í bað, tí hann var so lítil, sigur pápin.

Heimsins minsti maður er deyður

- Lívið kann vera avbjóðandi, tá tú bara vigar seks kilo, sigur blaðstjórin á Guinness-metbókini.

 

- Tað var trupult at hava hann í bað, tí hann var so lítil, sigur pápin.

 

Khagendra Thapa Magar, sum er deyður 27 ára gamal, verður umrøddur sum ein maður við einum smittandi smíli, sum kundi fáa øll hjørtu at smelta. Guinnness-metbókin skilir millum mobil og ikki mobil menniskju, og Khagendra Thapa Magar var heimsins minsti mobili maður við sínum 67,08 sentimetrum.

Vinfólk, ið kendu Khagendra Thapa Magar, sum doyði á sjúkrahúsi í Nepal hósdagin, siga, at maðurin hevur havt trupulleikar við hjartanum, og hann hevur eisini drigist við astma og lungnabruna. Tá hann varð føddur, var hann so evarska lítil, at hann passaði inn í ein lógva.

- Tað var trupult at hava hann í bað, tí hann var so lítil, sigur pápin.

Í 2018 var ein dagur hjá Khagendra Thapa Magar við í einum dokumentari, og tá avdúkaði lítli maðurin, at hann brúkti nógva tíð í handlinum hjá familjuni. Hann spældi guitar og ferðaðist kring um í heimbýnum á einari motorsúkklu saman við bróðuri sínum.

- Vit eru ógvuliga kedd um at hoyra tíðindini úr Nepal, at Khagendra Thapa Magar er deyður, sigur blaðstjórin á Guinness-metbókini.

Blaðstjórin vísir á, at smílið hjá tí lítla manninum var so smittandi, at hann smeltaði hjørtuni á øllum, sum møttu honum.

##med2##

- Lívið kann vera avbjóðandi, tá tú bara vigar seks kilo - og tú ikki passar inn í heimin sum ein miðalhampa maður. Men, Khagendra Thapa Magar læt ikki hæddina steðga honum í at fáa tað besta burtur úr lívinum, sigur blaðstjórin.

Vit kunnu leggja aftrat, at heimsins minsti ikki-mobili maður er Filipino Junrey Balawing, sum er 59,93 sentimetrar langur. Men, hesin maðurin er hvørki førur fyri at ganga ella standa uttan hjálp.

 

 

- Tað var trupult at hava hann í bað, tí hann var so lítil, sigur pápin.

Her eru fólk komin saman at siga Khagendra Thapa Magar farvæl.