Heimsins størsta matvørumessa avlýst

Føroyskar fyritøkur hava í nógv ár verið á sjómatamessu í Brúxells, men nú er heimsins størsta matvørustevna avlýst.

Her sæst føroyska Merkið á stóru sjómatamessuni í Brúxells.

Her sæst føroyska Merkið á stóru sjómatamessuni í Brúxells.

 

Heimsins størsta framsýning ella tiltak við sjómati, sum aftur í ár skuldi verða í Brúxells í Belgia í døgunum 21.-23. apríl, er útsett í óásetta tíð. Orsøkin er óttin fyri útbreiðslu av corona-virusi.

Hetta er ein framsýning, sum nógvar føroyskar fyritøkur gjøgnum fleiri ár hava verið á, bæði sum seljarar og keyparar.

Fyrireikararnir av Seafood Expo Global and Seafood Processing Global, halda seg ikki hava nakað annað val enn at avlýsa hetta stóra tiltak. 

Belgiska stjórnin mælir til, at innanduratiltøk, sum savna meira enn 1000 fólk, eiga at verða avlýst orsakað av vandanum fyri útbreiðslu av Corvit-19.

Men, henda avlýsing kemur ikki so óvæntað, soleiðis sum støðan er í løtuni.

Diversified Communications valdi sum fyriskipari av ætlaða tiltakinum í Brúxells at gera tað sama, sum fyrireikararnir av stóra Boston-tiltakinum, ið eisini varð avlýst.

Her sæst føroyska Merkið á stóru sjómatamessuni í Brúxells.