Heimsins størsti fóðurflaki

JT electric hevur handað heimsins størsta fóðurflaka til Bakkafrost. Flakin, sum eitur Kleivin, kom á Klaksvík í gjár, og hann skal leggjast á Haraldsundi

Mynd: Norðlýsið

Mynd: Norðlýsið

Talan er um eitt uppilagst bulkskip, ið JT electric hevur keypt og gjørt um til aliflaka í Póllandi. Arbeiðið hevur tikið sjey mánaðir.

Øll tann tekniska útgerðin, sum er sett í skipið, er ment á JT-elektric, send til Póllands og er sett í skipið har.

– Tað er ein flaki, sum klárar seg í stórum bylgjum. Flakin er sera framkomin við automatiskari fóðurskipan, uttan at nakar persónur er umborð á skipinum, sigur Suni Justinussen, stjóri í JT electric, til iLaks.

Flakin er 84 metrar langur og 11 metrar breiður. Hann er útgjørdur við 8 fóðursiloum, sum tilsaman kunnu taka ímóti 1000 tonsum av alifóðri. Eisini er serstøk silo til rognkelsisfóður. Fóðurflakin hevur eisini myndatólum undir vatni.

Fóðurflakin verður lagdur í Haraldsundi og er so framkomin, at øll fóðring og kunning um alt umborð, kann stýrast og síggjast av landi í teldu ella á snildtelefon. Ongin er umborð flakanum, tá ið hann dagliga røkir fóðringina av laksinum í aliringunum í Haraldssundi.

Um neyðugt er hjá fólki at vera umborð, so eru uppihaldsrúm køkur og baðimøguleikar.

 

 

Mynd: Norðlýsið