Heimsins størsti frystitrolari kemur á Fuglafjørð

Heimsins størsti frystitrolari, Annelies Ilena, kemur á Fuglafjørð umleið klokkan 17 í dag við góðum 7.000 tonsum av svartkafti, sum skulu landast til Bergfrost

Bergfrost hevur fyrireikað hesa verkætlan í útvið eina viku. Bergfrost ein av teimum fáu frystigoymslunum í Norðurlondum, sum kann taka ímóti so stórum nøgdum. Frystikapasiteturin er 25.000 tons. Skipið klárar at lossa 200 plattar um tíman, sum svarar til góð 200 tons, og tað klárar Bergfrost at taka ímóti, skrivar Fuglafjarðar kommuna.

Í sambandi við lossingina, kemur farmaskipið Sierra Leyre við 7.000 tómum plattum, og 300 plattum av pakningi, sum skulu umborð aftur á Annelies Ilenu, soleiðis at skipið er klárt at fara til fiskiskap aftur.

Skipið hevur sera sera stóran frystikapasitet og kann frysta heili 600 tons um døgnið.

Skipið er skrásett undir pólskum flaggi, og heimstaðurin er Gdynia í Póllandi. Skipið er bygt í Norra, er 14.055 bruttotons, er 144 metrar langt, 24 metrar breitt og stingur 10,5 metrar.

##med2##

Fuglafjarðar havn er ein djúphavn, og kann hon taka ímóti flest øllum skipum.