Heimskendur danskari er nú deyður

Maðurin, sum gjørdi tónleikin til ódeyðiligar klassikari, er deyður

Tónasmiðjurin, Bent Fabricius-Bjerre er nú deyður eftir stutta sjúkralegu. Tað fortelur Danmarks Radio í morgun. Hann var 95 ár

Bent Fabricius-Bjerre hevur skrivað tónleik til nógvar filmar og sendirøðir, men mest kendur er hann kanska fyri tónleikin, hann skrivaði til ódeyðiligu klassikararnar, Matador og Olsen Banden.

Men hann hevur eisini skrivað tónleik til ballett, sangleikir og sjónleik og á sinni fekk hann eisini eina grammy virðisløn fyri lagið, Alley Cat.