Heimsmeistari giftist við Trøllkonufingri í bakgrundini

Leygardagin var ein serlig brúðarvígsla í Vágum

Astrid Juhl Kyhn og Jóhan á Plógv Hansen framman fyri Trøllkonufingri leygardagin. Privat mynd

Astrid Juhl Kyhn og Jóhan á Plógv Hansen framman fyri Trøllkonufingri leygardagin. Privat mynd

Tað var føroyski heimsmeistarin í hondbólti, Jóhan á Plógv Hansen, sum í stórslignu náttúruni við Trøllkonufingur bleiv vígdur unnustu síni gjøgnum nógv ár, Astrid Juhl Kyhn. Tey bæði eiga eisini saman tríggjar mánaðar gomlu dóttrina Noru.

Tað var borgarstjórin í Vága Kommunu, Eyðdis Niclasen, sum vígdi tey bæði við Trøllkonufingri sum bakgrund.

Hóast Jóhan á Plógv Hansen er uppvaksin í Havn, so hevur hann, sum navnið eisin sigur, røtur í Sandavági.

Stór samrøða var við Jóhan á Plógv í VIkuskiftis-Sosialinum, sum enn fæst í sølubúðunum kring landið.

Astrid Juhl Kyhn og Jóhan á Plógv Hansen framman fyri Trøllkonufingri leygardagin. Privat mynd