Okursprísir góðkendir av landsstýrinum?

 

 

Sjálvt um vit í løtuni kunnu reypa okkum av, at prístalið er lækkað munandi, so eru tað ein veruleiki, at vit hava okursprísir á ávísum tænastum, sum Føroya Landsstýrið varðar av.

 

Talan er um Føroya Tele, ið skal veita okkum teletænastur. Sjálvt um vit hava eitt annan veitara í Føroyum, so er í veruleikanum talan um monopol hjá FT. Hetta sæst aftur í prísunum á teirra tænastum, her hugsi eg serliga um prísin á fastnetsbreiðbandi. Tað skjótasta haldið - 20/1 Mbit - hjá FT kostar  knappar 500, - kr um mánaðin ella knappar 6000,- kr um árið, og tá skal havast í huga, at her er bert talan um breiðbandshald, vilt tú hava aðrar tænastur eisini, rennur kostnaðurin við nógvari ferð uppeftir (skjótari enn breiðbandsferðin).

 

Í okkara grannalondum fært tú nógv betri, meira umfatandi og skjótari internettænastur fyri ein prís, sum er umleið helvtina av prísinum hjá FT.

 

Tíverri sær tað út, sum um vit brúkarar góðtaka hesar okursprísir, ongin mótmælir, men rinda og halda munn.

 

Væntast kundi av Føroya Landsstýrið, at tað gjørdi nakað við hetta, men tað sær ikki út til at har eru nakrar ætlanir um hetta,- heldur ikki í hesari samgonguni. Tað er nú kanska ikki so løgið, tá hugt verður eftir vinninginum, sum eigarin – Føroya Landsstýrið - fær hvørt ár. í 2014 var vinningurin knappar 60 mió. kr. t.v.s. at hvør føroyingur hevur latið Landsstýrinum umvegis FT umleið 1250,- kr seinasta ár fyri eina tænastu, sum er ein tann vánaligasta í Norðanlondum.

 

Okkurt skilafólk má hóast alt vera í landsstýrinum, sum sær hvussu høpisleysur hesin prís- skattapolitikkur er. Takið tykkum saman og gera nakað við hetta málið, so vit kunnu fáa ein fjarskiftiskostna, sum er grundaður á veruleikan og ikki eitt fullkomiliga ørt vinningsbýtið.