Sunneva Mohr nýggj forkvinna

Fríggjadagin 20.09.13 skipaði nýggja nevndin í felagnum Verjið Børnini seg.

Fríggjadagin 20.09.13 skipaði nýggja nevndin í felagnum Verjið Børnini seg.

 

Tað boðar felagið frá.

 

Nevndin hevur skipað seg soleiðis:

 

Sunneva Mohr - Forkvinna

Vibeke Michaelsdóttir - Næstforkvinna

Mirjam Høj – Skrivari

Maria á Boðanesi - Kassameistari

Rebekka Olsen – Nevndarlimur

 

Nýggja nevndin fer komandi tíðina at arbeiða við at fáa upplýsing um kynsligan ágang út á stovnar og skúlar, her verður hugsað um faldarar og eina bók, ið gamla nevndin hevur arbeitt nógv við.

 

Eisini skal arbeiðast við nýggju heimasíðuni, ið er væl ávegis. Hon skal mennast og har skulu liggja leinkjur til børn og vaksin, ið vísir teimum, hvussu tey skulu fyrihalda seg, um tey koma út fyri ella hava verið fyri kynsligum ágangi.

 

Víðari er ætlanin at arbeiða við at gera filmsbrot, ið kunnu leggjast út á alnótina við yvirornaða boðskapinum: »Hetta er mín kroppur – tað er ikki mín skyld«.