Heimurin hitnar í Norðurlandahúsinum

Forvitnisliga tiltakið, sum verður í Norðurlandahúsinum hóskvøldið, tekur støði í mannaskaptu upphitingini.

 

Komandi hóskvøldið klokkan 19.30 verður forvitnisliga og viðkomandi tiltakið - Heimurin hitnar - í Norðurlandahúsinum í Havn.

- Heimurin hitnar tekur støði í globalu mannaskaptu upphitingini, sum vit nú eisini síggja við Føroyar, sigur Johan Mortensen, stigtakari.

Høvuðsevnið á tiltakinum, sum verður viðgjørt í fyrilestrum, er spurningurin: "Hvørjar broytingar kunnu vit vænta okkum við Føroyar?"

Johan Mortensen vísir á, at eftir fyrilestrarnar verður eitt Hiddenfjord-laksaábit, sum kokkurin, Gutti Winther, stendur fyri saman við einum serbryggji frá Anniku Waag.

##med2##

- Hetta er eitt ókeypis tiltak, og øll eru vælkomin, sigur stigtakarin, sum leggur aftrat, at tiltakið - Heimurin hitnar - snýr seg um framtípðina hjá okkum øllum.

Tað eru Hiddenfjord og Tórshavnar kommuna, sum eru fíggjarligir stuðlar undir tiltakinum, sum verður í Norðurlandahúsinum hóskvøldið.

 

 

 

- Tiltakið hóskvøldið snýr seg um framtíðina hjá okkum øllum, sigur stigtakarin, Johan Mortensen.