Heita á bilførarar um at ansa sær í morgun

Tað eru ring líkindi um alt landið, siga bæði løgregla og Landsverk

Tað eru ring koyrilíkindi í morgun. Landsverk sigur, at tað hált um alt landið, og harafturat er nógvur vindur fleiri staðni. Bæði á Gjáarskarði, á Norðradalsskarði og á Porkerishálsi eru yvir 30 metrar um sekundið, og á Fàmjinsvegnum eru 40 metrar um sekundið í morgun, fyri at nevna tey støð, har tað er mest av vindi.

Eftir veðurtíðindunum frá Landsverki stendur tann nógvi vindurin við í allan dag, og tað verður ikki fyrrenn í kvøld, at hann makar vindin aftur.

Tað ringa veðrið ávirkar eisini Strandferðsluna, tí eingin sigling er upp á Skúgvoyar, Fugloyar og Svínoyar og til Hvannasunds. Og Bygdaleiðir koyra ikki í Suðuroy, sum støðan er nú.