Heldur Føroyar ella pandabjarnirnar úr Kina

Danmark skal ikki detta á búkin fyri Kina, heldur Søren Espersen úr Danska Fólkaflokkinum. So mugu vit heldur senda pandabjarnirnar heimaftur

– Gølan við kinesiska sendiharranum, sum hevur hótt løgmann, er ein stór skandala, sum fer at frættast um allan heimin. Hetta er fyrstu ferð, at prógv er fyri, at kinesiski staturin og Huawei í veruleikanum eru eitt.

Danska blaðið Berlingske kunngjørdi í gjár innihaldið í ljóðupptøkuni millum Helga Abrahamsen, landsstýrismann, og Herálv Joensen, aðalstjóra, har greitt verður frá fundinum millum landsstýrið og Fent Tie, kinesiska sendiharran í Keypmannahavn. Upptøkurnar, sum Kirngavarpið fekk fútabann ímóti at endurgeva.

Har hótti kinesiske sendiharrin við at sleppa ætlanum um fríhandilsavtalu við Føroyar, um landið ikki velur Huawei.

– Vit eru eitt frælst og sjálvstøðugt fólk í Danmark, líka mikið hvussu lítil vit eru, og vit skulu ikki detta á búkin fyri einum kommunistiskum einaræði.

– Um pandabjarnirnar (i Københavns Zoo, red.) eru eitt slag av panti fyri, at vit skulu uppføra okkum ordiligt, so gleði eg meg til tann dagin, tær verða sendar heimaftur, tí so hava vit prógv fyri, at Danmark aftur er ein fræls og sjálvstøðug tjóð.

– Eg vil fegin fara á flogvøllin og veitra teimum farvæl, sigur Søren Espersen.

 

/ritzau/