Helgi Abrahamsen vil ikki geva fólki falskar vónir

Tað er ringt at fáa fólkatalið á útoyggj at veksa og hann vil ikki geva nøkrum eina falska vón um nakað hann ikki sjálvur trýr upp á

 

 

– Eg tími ikki at geva fólki eina falska vón um nakað, sum eg innast inni ikki trúgvi uppá. Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, í eini viðmerking í dag.

Og tað sigur hann í eini viðmerking til tað, Sjúrður Jacobsen í Svínoy, førdi fram her á www.in.fo um vikuskiftið.

 Tað kanst tú lesa meiri um her: Sjúrður Jacobsen gongur ímóti rákinum

Sjúrður Jacobsen vísir millum annað á sólskinssøguna um at at ala rognkelsi í Svínoy, har 5-6 fólk longu eru knýtt at virkseminum, og hann væntar at brúk verður fyri 8-10 fólkum seinni í ár.

– Tað er gleðiligt at síggja og politiska skipanin skal skapa karmar fyri vinnulívi á útoyggjunum, men sjálvt virksemið má vera skapt á staðnum, sigur Helgi Abrahamsen.

– Tað eru nøkur dømi um, at nýtt virksemi er skapt á útoyggjum, og tað kunnu vit øll fegnast um. Men eg tími ikki at geva fólki eina falska vón um nakað, sum eg innast inni ikki trúgvi uppá, sigur Helgi Abrahamsen.

– Veruleikin er, at tað er trupult at fáa fólkatalið á smáplássum at vaksa. Rákið er, at fólk vilja flyta til størru plássini at búgva.

Fyrr hildu vit, at bara ein bygd fekk gott vegasamband, og arbeiðspláss, fóru fólk at støðast har, men tíverri mugu vit ásanna, at hetta hevur ikki víst seg at verið nóg mikið.

– Ungdómurin krevur í flestu førum meira enn arbeiðspláss, tí tey vilja eisini hava frítíðartilboð og aðrar hentleikar, sigur hann.

Hann vísir á, at hann býr sjálvur í eini stórari kommunu, sum ikki hevur havt nevniverdan fólkavøkstur í nógv ár.

– Men seinastu árini er verulig ferð komin á fólkavøksturin og fremsta orsøkin til tað er, at tunnil verður gjørdur til Havnar, sigur hann.

– Hetta vísir, at sjálvt stórar bygdir hava ilt við at fáa fólkavøkstur, bara tær liggja eitt lítið sindur fjarskotnar.

Helgi Abrahamsen sigur, at sjálvsagt heldur hann, at tað er stórt spell, bæði søguliga og mentanarliga, og ikki minst fyri fólkið á staðnum, at smápláss í útjaðaranum hava so ilt við at fóta sær.

– Eg vildi ynskt, at støðan var ein onnur og eg síggi tað eisini sum eina skyldu hjá politikarum at gera umstøðurnar so góðar sum til ber á hesum plássunum.

– Men samtíðis má eg siga, at eg vil ikki geva fólki eina falska vón, tí veruleikin er, at tað fer altíð at hava nakrar avbjóðingar við sær at búgva fjarskotið, og tað skal nógv til, fyri at fáa fólkatalið at vaksa.

– Vit mugu tó gera tað sum vit kunnu, fyri at gera tað so liviligt sum til ber á smáplássunum, leggur hann afturat.