Førarin fekk einki mein

Maðurin sum koyrdi lastbilin, sum fór út av Ringvegnum í Havn í gjár, hevur sambært løgregluni ikki fingið skaða. Hann er røntgenkannaður á Landssjúkrahúsinum, og tær kanningarnar vístu, at hann ikki hevur fingið skaða.

Maðurin sum koyrdi lastbilin, sum fór út av Ringvegnum í Havn í gjár, hevur sambært løgregluni ikki fingið skaða. Hann er røntgenkannaður á Landssjúkrahúsinum, og tær kanningarnar vístu, at hann ikki hevur fingið skaða.

 

Óhappið hendi, tá ein flutningsbilur hjá Bilrøkt kom koyrandi eystur eftir Norðara Ringvegi. Tá hann kemur til vegamótið við Áargeil, snarar ein mótkoyrandi persónbilur inn fyri stóra flutningsbilin, sum snarar undan út í høgru síðu. Hann nertir tó persónbilin, men snarar innum og kemur upp á gongubreytina. Har er nógvur kavi og krapi, sum ger, at bilurin ikki so væl fær steðgað. Hann stegðar tó – bert ein metur framman fyri ein lyktapela.

 

Í tí førarin á flutningsbilinum skal fara úr bilinum, skrædnaði bakkin undan, og stóri flutningsbilurin koppar niður í túnið innan fyri vegin. Har er ein hæddarmunnur upp á umleið ein metur. Førarin hevði tá loyst seg úr trygdarseðlanum og dettur tí niður í hina síðuna á stýrihúsinum, tá bilurin koppar.

 

Greitt var ikki, um førarin hevði fingið skaða. Hann merkti onkra pínu, og tí vóru eingi óráð tikin. Bjargingarfólk brutu stóra forrútin í flutningsmbilinum og fingu mannin á børu og í sjúkrabilin. Av Landssjúkrahúsinum verður tíbetur staðfest, at maðurin ikki hevur fingið nakað mein av óhappinum.

 

Flutningsbilurin hjá Bilrøkt – sum millum annað verður brúktur til at taka bilar upp, sum koma illa fyri í ferðsluni, eins og hesin flutningsbilurin kom í gjár – hevur fingið nakað av skaða. Fjarðar eru loysnaðar, eins og stoyturin hevur gjørt skaða á bilin, sum tí ikki fer at koyra aftur fyribils.

 

– Men vit hava tveir aðrar flutningsbilar, so tað fer ikki at nerva arbeiði hjá okkum stórvegis, sigur Heini á Borg á Bilrøkt.

 

– Tað merkir bara, at vit mugu arbeiða eitt sindur longri út á kvøldið fyri at loysa allar arbeiðsuppgávur, sigur Heini á Borg.

 

Tveir kranabilar lyftu flutningsbilin hjá Bilrøkt upp aftur á hjólini í gjárkvøldið, og bilurin kundi síðani koyra út úr túninum í Áargeil.