Helst dottin niður í eina rivu í ísinum

Síðan leygardagin hevur løgreglan í Grønlandi leitað eftir manni, sum helst er dottin niður í eina rivu í innlandsísinum, har hann er deyður.

Spor, sum løgreglan hevur funnið, benda á, at maðurin hevur verið fyri einari vanlukku á innlandsísinum.

Spor, sum løgreglan hevur funnið, benda á, at maðurin hevur verið fyri einari vanlukku á innlandsísinum.

 

Seint seinnapartin leygardagin fekk løgreglan í Grønlandi eina fráboðan um ein mann, sum var saknaður í einum øki í ein landnyrðing úr Ilulissat. Vaktleiðarin, Brian Thomsen, upplýsir yvirfyri Sermitsiaq.ag, at leitingin eftir manninum nú er steðgað, tá alt bendir á, at hann er dottin niður í eina rivu í innlandsísinum, har hann er deyður.

- Vit kundu skjótt staðfesta, hvar í økinum leitast skuldi, og tíðliga seinnapartin sunnudagin avgjørdu vit at gevast við leitingini. Tá høvdu vit funnið spor, sum benda á, at maðurin hevur verið fyri einari vanlukku. Tekin vísa, at hann er dottin niður í eina rivu í innlandsísinum, sigur vaktleiðarin.

Sambært Brian Thomsen er talan um ein útlending, sum hvørki býr í Grønlandi ella Danmark. Vaktleiðarin vísir eisini á, at tey nærmastu hjá manninum vóru við á ferðini á innlandsísinum, og tískil hava tey eisini fingið boð um syrgiligu vanlukkuna, sum nú hevur rakt familjuna á ferðini í Grønlandi.

 

 

 

Spor, sum løgreglan hevur funnið, benda á, at maðurin hevur verið fyri einari vanlukku á innlandsísinum.