Helt seg hava funnið ein skølt á Oyrargjógv av einum fólki

– Men tað vísti seg at vera nakað heilt annað

Í gjáramorgunin fekk løgreglan boð frá einum persóni, helt set hava sæð ein mannaskølt niður við bryggjuni á Oyrargjógv. Talan var um ein persón, sum var á seiðabergi, og sum helt seg hava sæð skøltin á botni.

Løgreglan boðaði kanningardeildini frá og tey fara so at leita við kavara, men tá var sýnið so mikið ringt, at tað var ringt at leita. Men fráboðarin hevði bæði tikið film, og mynd av tí, hann hevði funnið, og har kundi staðfestast, at eitthvørt rundleitt lá á botninum, og tað kundi eisini staðfestast, akkurát hvar tað var.

Men tá ið kavarin hjá løgregluni fekk fatur á lutinum, vísti tað seg, at tað var ikki ein mannaskøltur, men bókslið av einum hvali, ella okkurt, ið líkist tí.

Løgreglan leggur afturat, at tað var eisini so merkiligt, at tvey igulker høvdu sett seg á bókslið, og sæð ígjøgnum sjógv, kundi tað líkst eygum. Men har varð so alt avblást aftur, og hvør fór til sítt.

Hinvegin sigur løgreglan, at boðini um hetta komu við teldubrævi.

– Tey, sum eru á vakt hjá løgregluni hava ikki stundir til at kanna teldupost í heilum, so er talan um nakað, ið krevur, at sjótt verður borið at, er tað ikki røtt mannagongd at senda løgregluni teldubræv. Í slíkum førum skulu fólk altíð ringja til løgregluna, sigur vaktleiðarin.

Hann sigur, at í hesum føri, varð teldubrævið sent um morgunin, men at tey á løgregluni varnaðust tað ikki fyrr enn út á seinnapartin og tí gingu fleiri tímar frá tí at fráboðanin kom, til løgreglan varnaðist hann og fekk gjørt nakað við tað, og tað er óheppið í førum sum hesum, sigur løgreglan.