Hendan skal til Fugloyar

- Hetta er ein kombinerað gravimaskina við skuffu og gaflum, sum bæði kann brúkast til kavagrevstur, vegarbeiði og lyfting, sigur varaborgarstjórin.

Um nakrar vikur kann henda gravimaskinan fara til arbeiðis í Fugloy.

Um nakrar vikur kann henda gravimaskinan fara til arbeiðis í Fugloy.

 

Símun Gullaksen, sum er varaborgarstjóri og umsitingarleiðari í Fugloyar kommunu, fýltist á In.fo í kvøld á, at Landsverk ger ov lítið við millumbygdavegin í oynni, sum onga veruliga dagføring og asfalt hevur fingið, síðan vegurin varð bygdur.

Hann fýltist eisini á, at lendingarnar bæði á Kirkju og í Hattarvík eru í ringum standi og krevja ábøtur. Hann segði, at lendingarnar eru bæði slitnar og brotnar og kantar, sum í sínari tíð vóru, eru við árunum avrundaðir og í ringum standi.

Men, tað er eitt, sum Símun Gullaksen fegnast um í hesum døgum, og tað er eitt samstarv, sum fámenta kommunan í oynni og Landsverk hava gjørt. Samstarv er gjørt um gravimaskinuna, sum sæst á viðheftu mynd, og henda kemur skjótt til Fugloyar.

- Hetta er ein kombinerað gravimaskina við skuffu og gaflum, sum bæði kann brúkast til kavagrevstur, vegarbeiði og lyfting. Maskinan kostar eina slaka hálva miljón, har vit rinda ein part – og Landsverk síðan rindar rest, sum altso eisini er hin størri parturin.

Varaborgarstjórin og umsitingarleiðarin heldur, at hetta í løtuni er ein betri loysn fyri Fugloyar kommunu enn at fáa eitt sløð av pengum til landsvegin, sum ikki røkkur nakran veg kortini.

- Tað verður Landsverk, sum rindar fyri kavagrevstur eftir landsvegnum, og síðan rindar kommunan fyri grevstur á kommunalu vegunum, og hetta verður so nakað, vit fara at samstarva við Landsverk um, sigur Símun Gullaksen, varaborgarstjóri.

 

 

Um nakrar vikur kann henda gravimaskinan fara til arbeiðis í Fugloy.