Hendan verður at síggja til Trump vitjanina

Pinkubarna-Trump hevur fylgt forsetavitjanum ymsastaðni runt í heimi. Nú verður hon eisini at síggja í Keypmannahavn

Tá Donald Trump, forseti, kemur á vitjan í Danmark 2. september, verður stóra pinkubarna-Trump ballónin at síggja.

Seks metra høga ballónin vísir ein illan Donald Trump sum eitt pinkubarn, sum hevur eina snildfon í aðrari hondini.

Pinkubarna-Trump var fyrstu ferð at síggja, tá Trump var á vitjan í Stórabretlandi í fjør. Tað var í sambandi við eitt mótmæli á Parliament Square, at ballónin var at síggja 13. juli, og endamálið at mótmæla høgrarákinum, ið Donald Trump var partur av.

Morten Skovgaard, ið hevur skipað fyri at fáa ballónina til Danmarkar, sigur við TV2, at ballónin skal síggjast sum "Ein seks metur høgur uppblásiligur fuck-fingur til Donald Trump", og væntandi fær ballónin eisini nógva miðlaumrøðu, sigur Morten Skovgaard.

Øll eru ikki eins fegin um hendan háttin at mótmæla. Lars Aslan Rasmussen, ið er tinglimur fyri sosialdemokratarnar, hevur áður greitt Berlingske frá, at hann metir ballónina vera eitt slag av vaksnamannahapping.

Hesum vísir Morten Skovgaard frá sær.

- Tað er satira. Visuelt er hann vístur sum eitt smábarn, men tað er ein kritikkur, ið sipar til hansara atferð, sjálvalsk, bráhugsan og sjálvsøkni. Hann uppførir seg í stóran mun sum eitt barn.

Donald Trump sjálvur er ikki serliga fegin fyri ballónina, ið hevur verið aðrastaðni at síggja, har hann hevur verið á vitjan. Tá ballónin var at síggja fyrstu ferð í juli í fjør, segði hann við The Sun, at hann skilti ikki, hvussu hann skuldi føla seg vælkomnan í Stórabretlandi, tá móttøkan var, soleiðis sum hon var.