Henrik Old er ikki nøgdur við grundgevingarnar

Og nú vil hann hava eina frágreiðing frá landsstýrismanninum í vinnumálum

Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, vil nú hava at vita, hví laksur hjá Bakkafrosti ikki verður virkaður í Suðuroynni, soleiðis sum tað er ásett við lóg.

Tí hevur hann nú biðið Helga Abrahamsen, landsstýrismann í vinnumálum, um eina frágreiðing um málið.

Hann vísir á, at Bakkafrost hevur sagt 40 fólkum á kryvjivirkinum í Vági, upp, og har verður ikki arbeiði aftur fyrr enn í summar.

– Undanfarna samgonga ásetti við lóg, at laksur frá alibrúkum í Suðuroy skal virkast í Suðuroy, sigur Henrik Old.

Hann sigur, at lógin sigur, at landsstýrismaðurin skal geva undantaksloyvi, tá ið talan er um at flyta fisk úr Suðuroy í sambandi við sjúku og sjúkufyribyrgjandi tiltøk.

Og samstundis kann aliumsitingin hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni veita undantak tá ið talan er umstøður, sum alarin ikki hevur ræði á, og sum tað tískil ikki ber til hjá honum at forða fyri.

Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, hevur sagt við KvF, at orsøkin til, at laksur nú er fluttur av oynni, at arbeiðsorkan skal brúkast til fulnar.

Men Henrik Old sigur, at eftir reglunum um undantøk, er hetta neyvan nóg góð grundgeving.

Regin Jacobsen hevur sagt við KvF, at tað er ikki nokk av laksi í Suðuroy til at manna kryvjivirkiðí Vági alt árið. Og hann sigur, at tá ið ein fjørður skal tømast skjótt, verður laksur fluttur ímillum kryvjivirkini, tí tað ber ikki til at drýggja tað. og seinni ár fer laksur eisini fluttur suður til Vágs at verða kruvdur.

– Endamálið við kravinum um at fiskurin skal virkast í Suðuroynni, var at tryggja støðug arbeiðspláss í oynni.

– Suðuroyingar hava av ikki somu møguleikar sum onnur til at ferðast ímillum bústað og arbeiðspláss, og tí er alneyðugt fyri trivnaðin, at støðugt arbeiði er í oynni, sigur Henrik Old.