Suðuroyingur má taka koyrikortið umaftur

Løgreglan í Suðuroy tók fimm bilar í gjár

Í gjár gjørdi løgreglan í Suðuroy ferðslukanningar ymsastaðni í oynni.

Í hesum sambandi varð kannað eftir, hvussu skjótt bilarnir koyrdu.

 

Løgreglan sigur, at nógv ferðsla var, men yvirhøvur koyrdu bilførararnir hampiliga.

Men í hesum sambandi vórðu kortini fýra bilførarir tiknir fyri at koyra ov skjótt í bygdum øki, har tað er loyvt at koyra 50 kilometrar um tíman.

 

Ein koyrdi 64 kilometrar um tíman og hann fær bót. Ein koyrdi 72 kilometrar um tíman og hann fær klipp í koyrikortið og ein koyrdi 90 kilometrar um tíman í bygdum øki, og hann noyðist nú at taka koyrikortið av nýggjum, annars missur hann tað.

 

Harafturat var ein bilførari, sum koyrdi 99 kilometrar um tíman í óbygdum øki, har tað er loyvt at koyra 80 kilometrar um tíman, so eisini hann fær bót.

 

Ein annar bilførari fekk klipp í koyrikortið fyri at yvirhála á einum vegastrekki, har tað ikki er loyvt at yvirhála og tað kostar honum eitt klipp í koyrikortið, umframt eina bót.

Løgreglan í Suðuroy sigur, at í næstum fara tey eisini at kanna eftir um lyktir og dekk eru eftir forskriftunum.