Her er fyrsti føroyingurin í 2021

Nýggjársmorgun kom fyrsti føroyingurin í ár í heimin

Annika Hansen og Rógvi Johansen við líttlu dóttrini, sum gjørdist fyrsti føroyingurin í 2021. Privat mynd

Annika Hansen og Rógvi Johansen við líttlu dóttrini, sum gjørdist fyrsti føroyingurin í 2021. Privat mynd

Tað var beint fyri klokkan átta nýggjársmorgun, at Annika Hansen átti eina dóttur. 

- Hon var ikki so stór, vigaði 2.975 gram, men tað gekk øgiliga væl, sigur Annika Hansen. 

Hetta er fyrsta barnið hjá henni og sjeikinum, Rógva Johansen, sum er úr Kollafirði. Annika sjálv er úr Havn.

Alt gekk gott við lítlu gentuni, og longu tveir dagar seinni sluppu tey heim av sjúkrahúsinum, og tey hava tað øll gott sambært mammuni.

Annika Hansen og Rógvi Johansen við líttlu dóttrini, sum gjørdist fyrsti føroyingurin í 2021. Privat mynd