Her er møguliga lív í rúmdini

Stjørnufrøðingar hava nú fyri fyrstu ferð funnið vatn á einari gongustjørnu, ið er í ringrás júst í tí frástøðu, sum livandi er.

K2-18B, sum gongustjørnan eitur, er sostatt besta boðið higartil, ið stjørnufrøðingar hava at finna lív úti í rúmdini, og væntandi verður teleskoptøknin um 10 ár nóg góð til at siga, um atmosferan á K2-18B inniheldur gassir, ið koma frá lívfrøðiligum keldum.

Giovanna Tinetti professari, frá University College London, ið hevur virkað sum høvuðsgranskari í verkætlanini, kallar kanningarúrslitið fyri "ørandi".

Tinetti professari greiðir sambært BBC frá, at hetta er fyrstu ferð, at ein gongustjørna er funnin, sum hevur vatn og sum liggur innan liviliga frástøðu frá sólini í sólarskipanini.

Liviliga frástøðan verður roknað at vera tann frástøðan, har hitin er á gongustjørnini passaligur, soleiðis at vatnið er í flótandi formi.

K2-18B liggur 111 ljósár burtur, og tí kunnu granskararnir í løtuni einki annað gera enn at bíða eftir nýggja teleskoptøkni, ið kann siga teimum okkurt um atmosferuna á gongustjørnini.

Tað er Hubble teleskopið, ið fekk eygað á fleiri gongustjørnur - millum annað K2-18B - millum 2016 og 2017, og granskaraliðið hjá Giovannu Tinetti hevur síðani kannað gongustjørnurnar nærri fyri at vita, hvørji evni kundu staðfestast í atmosferunum.

- Hetta leiðir okkum nærri at svara spurninginum: Er jørðin eitt eindømi? sigur Angelos Tsiaras doktari, ið eisini tók lut í verkætlanini hjá University College London.