Umskorin av óvart - ov upptikin at tosa við sjúkrasystrarnar

Ein enskur maður hevur fingið 20.000 pund í endurgjaldi, eftir at sjúkrahúsið av óvart umskar hann.

70 ára gamli Terry Brazier varð innlagdur á Leicester Royal Infirmary, har hann skuldi hava skurðviðgerð í bløðruni fyri inkontinens.

Eftir øllum at døma hava tey á sjúkrahúsinum kludrað í pappírunum, tí tá Terry Brazier vaknaði aftur, var lingurin klænkaður eitt sindur.

- Tey vistu ikki, hvat tey skuldi siga við meg, tá eg vaknaði. Tey søgdu, at tey kundu ikki senda meg inn aftur á deildina, men at tey máttu tosa við meg, segði Terry Brazier, ið lýsti hendingina sum "eitt yvirraskilsi".

Við Daily Star segði Brazier eisini, at hann var so upptikin at tosa við sjúkrasystrarnar, at hann varnaðist ikki, at hann fekk skeivu viðgerð, fyrr enn tað var ov seint.

Sjúkrahúsið hevur biðið Brazier um umbering, og hóast túturin ikki fæst á aftur, so vónar sjúkrahúsið, at 20.000 pund eru til ugga.