Her er nýggi stjórin í Búnaðargrunninum

Snorri á Bøgarði er settur sum nýggjur stjóri í Búnaðargrunninum

Eftir at fyrrverandi stjórin í Búnaðargrunninum, Regin I. Jakobsen, fór í starv sum stjóri í Vága Floghavn tann 1. desember 2019, var søkt eftir nýggjum stjóra til grunnin.

Umsóknarfreistin var 15. januar 2020 og komu 21 umsóknir til starvið.

Stýrið fyri Búnaðargrunnin hevur gjørt av at seta Snorra á Bøgarði í starv sum stjóra í Búnaðargrunninum.

Snorri er 54 ár, er útbúgvin grannskoðari og hevur starvast sum grannskoðari seinastu gott 21 árini.

Nýggi stjórin byrjar í starvinum tann 1. juni 2020.