Her er nýggi stjórin í Magn

Magn hevur fingið nýggjan stjóra og tað er ein maður við drúgvum royndum

Nevndin í Magn hevur nú  gjørt av at seta Finn Jakobsen í starv sum forstjóri í felagnum. Hann tekur við eftir Hendrik Egholm, sum fór frá herfyri.

Finn Jakobsen, sum er 53 ára gamal, seinastu fýra árini hevur hann verið tekniskur stjóri hjá Magn.

Hann hevur eisini starvast hjá SEV í nógv ár, fyrst sum verkfrøðingur og síðan sum rakstrarleiðari. Harumframt var hann eitt tíðarskeið í starvi hjá ráðgevandi verkfrøðingafyritøku í Danmark. Finn Jakobsen er útbúgvin sterkstreymsverkfrøðingur og elektromekanikari.

– Nógvir væl skikkaðir umsøkjarar vóru til starvið sum forstjóri, sigur Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður í Magn.

– Fremsta uppgávan hjá forstjóranum verður at tryggja, at Magn framhaldandi verður ein sterkur orkuveitari í Føroyum. Eisini skal hann standa fyri skiftinum til grøna orku, millum annað við vindmyllulundini í Flatnahaga, sigur nevndaformaðurin.

Og tað halda tey, at Finn Jakobsen er tann rætti maðurin til.