Her er nýggi professarin á Setrinum

Fróðskaparsetrið hevur sett Boga Bech Jensen í starv

Sigurð í Jákupsstovu, Hans Pauli Joensene og Bogi Bech Jensen (Mynd: Rólant Waag Dam)

Sigurð í Jákupsstovu, Hans Pauli Joensene og Bogi Bech Jensen (Mynd: Rólant Waag Dam)

Fróðskaparsetrið sigur seg raðfesta varandi orku og hevur í morgun sett Boga Bech Jensen professara í orkuverkfrøði í starv. Hetta er avdúkað á tíðindafundi á Náttúruvísindadeildini hjá Fróðskaparsetur Føroya í Nóatún í Havn.


Greitt er eisini, at Statoil stuðlar raðfestingini hjá Setrinum við munandi fígging.

 

 

Bogi Bech Jensen er 36 ára gamal og er ættaður úr Havn. Hann er útbúgvin maskinmeistari, sivilverkfrøðingur og hevur doktaragrad innan ravmagnsverkfrøði frá Newcastle University í Stórabretlandi. Hann kemur úr starvi sum lektari og deildarleiðari á Danmarks Tekniske Universitet í Lyngby, har hann seinastu fýra árini hevur uppbygt granskingarøkið elmaskinur, sum nú hevur átta fulltíðar granskarar í starvi. Á DTU hevur Bogi havt ábyrgdina av 15 granskarum. Í starvinum hevur hann eisini staðið fyri at byggja upp samstarv við fleiri fyritøkur í Danmark og restina av Evropa.


Áðrenn Bogi kom at arbeiða á DTU, var hann lektari á Newcastle University.


 

Bogi er virkin granskari og undirvísari innan elorku, har hann serliga hevur arbeitt við vindorku seinastu fýra árini. Hann hevur útgivið 50 vísindaligar greinar, hevur tvey patent og er ritstjóri á einum av fremstu vísindaligu tíðarritunum innan elorku, amerikanska IEEE Transactions on Indurstry Applications). Í september 2013 varð hann heiðraður við AEG Elektronprisen, sum verður givin einaerð um árið til ein framúrskarandi granskara í Danmark. Bogi hevur havt ábyrgd av fleiri skeiðum á DTU og Newcastle University, og hevur vegleitt lesandi í verkætlanum á øllum hægri útbúgvingarstigum. Í 2011 vann hann heiðurin sum besti undirvísari á DTU Elektro.