- Her eru í hvørfall nógvar frikkadellur. Aftur lagdur, triðju ferð í ár, stemplaður frikadellufiskari av Vørn og fiskimálaráðnum.

Her eru nógvar frikadellur!

- Nú eru vit lagdir fyri triðju ferð í ár og eru stemplaðir frikadellufiskarar av Vørn og Fiskimálaráðnum, sigur Sonni Johansen, útróðrarmaður á Strondum.

 

- Her eru í hvørfall nógvar frikkadellur. Aftur lagdur, triðju ferð í ár, stemplaður frikadellufiskari av Vørn og fiskimálaráðnum.

 

Tað er stór ónøgd millum útróðrarmenn, nú fiskidagarnir í bólki 5B enn einaferð eru uppi og teir, sum hava hug at royna seg í útróðri, ikki sleppa at avreiða.

Tilgongdin til útróðrarvinnuna hevur verið lítil og eingin í mong ár og teir, sum eru í hesi vinnu, gerast eldri og eldri, og nógvir eru langt síðan farnir undir grønutorvu.

Tað eru eisini tey, sum halda, at tað er ikki serliga føroyskt, at teir smáu bátarnir í bólki B – fleiri ferðir gjøgnum eitt ár – noyðast av gevast, tí fiskidagarnir eru uppi.

Ein av monnunum, sum hevur róð út, er Sonni Johansen á Strondum, og hann skrivar soleiðis á Facebook í gjár, samstundis sum hann hevur lagt viðheftu mynd út.

- Her eru í hvørfall nógvar frikkadellur. Aftur lagdur, triðju ferð í ár, stemplaður frikadellufiskari av Vørn og fiskimálaráðnum.

Sonni Johansen leggur aftrat, at tað er eitt makkverk av einari kunngerð, sum hann nú saman við fleiri øðrum er fangaður í, sum útróðrarmaðurin tekur til.

Tá hugt verður eftir myndini, standa eini fýra kør full av toski á dekkinum – og at síggja til er nógvur fiskur eisini í lastini.

Tí sigur Sonni Johansen, at her er í hvussu er fiskur til nógvar frikadellur!

- Her eru í hvørfall nógvar frikkadellur. Aftur lagdur, triðju ferð í ár, stemplaður frikadellufiskari av Vørn og fiskimálaráðnum.