Her liggur framtíðin hjá Kevin De Bruyne

Ein av heimsins bestu fótbóltsspælarum hevur lagt sína framtíð í hendurnar á Manchester City

Mynd: (Manchester City)

Mynd: (Manchester City)

Manchester City hevur í dag boðað frá, at felagið hevur gjørt nýggjan fýra ára sáttmála við Kevin De Bruyne. Belgiski miðvallarin hevur verið ein tann besti spælarin í heiminum seinastu árini.

Tí hevur tað stóran týdning fyri Manchester City, at teir kunnu byggja komandi ættarlið rundanum Kevin De Bruyne. Nú Cristiano Ronaldo og Lionel Messi eru komnir nakað upp í árini eftir einum fótbóltsmátistokki, so er Kevin De Bruyne ein møguligur vinnari av Ballon d’Or í framtíðini.

Tað verður væntað, at Manchester City fer at gera nakar broytingar í komandi tíðini. 32 ára gamli Sergio Aguero hevur boðað frá, at hann ikki heldur fram eftir at sáttmálin gongur út í summar. Hann er tann seinasti av spælarunum, sum var við í tiltikna meistaraheitinum í 2012, sum var tað fyrstu Premeir League søguni hjá Manchester City.

Í fjør fór David Silva aftur til spanskan fótbólt, og árið undan var tað Vincent Komapany, ið fór aftur til heimlandið. Millum teirra, sum væntandi spæla sítt seinasta kappingarár er Fernandinho. Felagið er sett í samband við Erling B. Håland, men Pep Guardiola, venjari, hevur eisini sagt at felagið ikki hevur ráð at keypa nakra heimsstjørnu.

Kevin De Bruyne er 29 ára gamal og bleiv í fjør kosin til ársins spælara í Premier League.

Mynd: (Manchester City)