Her má okkurt gerast

– Vit hava fingi lyfti fyrr, men enn er einki hent

Carl August Arge er trúgvur sølumaður í Vágsbotni, men hann heldur, at okkurt má gerast fyri at sølutorgið ikki skal detta niðurfyri

Carl August Arge er trúgvur sølumaður í Vágsbotni, men hann heldur, at okkurt má gerast fyri at sølutorgið ikki skal detta niðurfyri

– Tað er heilt týðiligt, at tá ið fólk ikki sleppa til við bili, minkar sølan hjá okkum niður í einki.

Tað sigur Carl August Arge, útróðrarmaður, sum hevur sína dagligu gongd í Vágsbotni, har hann selur fisk á sølutorginum.

Í gjár gramdi ein annar av trúgvu sølumonnunum í Vágsbotni, Mortan Johannesen, seg um tað sama, og Carl August Arge sigur, at hann kann ikki vera annað enn samdur.

 

Les eisini: Eg føli meg jagstraðan burtur úr Vágsbotni

 

Fyri trimum árum síðani setti Tórshavnar Býráð sjálvirkandi pullartar upp beint framman fyri sølutorgið við tí endamáli at avmarka ferðsluna út eftir bryggjuni undir Bryggjubakka. Pullartarnir kunnu fellast niður í vegin og skjótast upp aftur, alt eftir tørvi, og sum summarið eru teir uppi mest sum allan dagin.

   – Tað er heilt týðiligt, hvussu nógv tað ávirkar søluna, tá ið pullarnir eru uppi, sigur Carl August Arge.
Hann sigur, at hann hoyrir eisini javnan frá fólki, at tey tíma ikki oman á sølutorgi, tí tað er so ringt at sleppa av við bilin. Sostatt eru pulartarnir ein beinleiðis orsøk til at sølan fellur munandi, tá ið teir eru uppi.

– Tað eru parkeringspláss í økinum, men tey eru altíð fullsett, so í roynd og veru sleppa fólk ikki av við bilin. Vit hoyra eisini javnan frá viðskiftafólki, at vit mugu skunda okkum, tí tey hava parkerað ólógliga.

Tí er Carl August Arge samdur í, at okkurt eigur at verða gjørt. Men hann er kortini eitt sindur ivingarsamur, um nakað úrslit fer at spyrjast burtur úr, tí hann sigur, at tey áður fingið lyfti um, at okkurt skuldi gerast fyri at bjarga sølutorginum, men enn er einki hent.

 

Les eisini: Mortan skal fáa frið at selja í Vágsbotni

 

Hann heldur, at nakrir møguleikar eru. Ein møguleiki er at lata pullartarnar vera niðri, men so at seta ein bumm fyri longur uttan fyri sølutorgið.

Ein annar møguleiki er at seta nøkur parkeringspláss av til parkering í 15 minuttir, kanska rundan um Nólsoyar Páll, so so var nógv betri møguleiki fyri at fáa sett bilin frá sær eina løtu.

Ein triði møguleiki er at fylla eitt sindur út innast í krókinum, so at pláss verður fyri nøkrum fáum bilum, so at tey, sum ætla at keypa á sølutorginum, sleppa av við bilin har.

Samstundis sum at Carl August Arge heldur, at okkurt eigur at vera gjørt, heldur hann eisini, at endamálið er máað undan pullartunum.

Tey, sum hava vinnuligt virksemi í økinum, hava eitt loynital, sum tey kunnu tøppa inn á pullartarnar fyri at fella teir niður í vegin. So eru teir niðri nøkur sekund, áðrenn teir fara upp aftur og hetta er ein skipan, sum verður brúkt í samband við av- og áskiping av vørum í sambandi við ta vinnuliga virksemi, sum er.

Men hann sigur, at tey lata eisini loynitalið frá sær, so nú er tað í roynd og veru eitt hampiliga stórt tal á fólki, sum hava loynitalið, og so er endamálið við pullartunum mest sum farið.

Sjálvur heldur hann, at tað hevði verið stórt spell, dettur sølutorgið niðurfyri. Tað er ikki bara spell fyri tey, sum koma har at selja, men sølutorgið hevur øgiliga stóran týdning fyri trivnaðin, tí har kemur ómetaliga nógv fólk at práta um fisk og útróður og og annað leysaprát.

– Sostatt hevur sølutorgið eisini ein stóran sosialan og mentanarligan týdning fyri Havnina, sigur Carl August Arge.

Carl August Arge er trúgvur sølumaður í Vágsbotni, men hann heldur, at okkurt má gerast fyri at sølutorgið ikki skal detta niðurfyri