Her verða ferðafólk bjargað við tyrluni

Øll fólkini, sum vóru umborð á Viking Sky, eru nú komin trygt í land

Í dag legði ferðamannaskipið Viking Sky langt um leingi at kai í Molde, eftir tað hevði verið í havsneyð síðan klokkan 14 í gjár. Les meira um tað her.

 

Í ódnarveðrinum vórðu Tyrlur og bjargingarbátar vóru send á staðið, og 479 av 1.373 fólkunum umborð vórðu bjargað og flogin í land við tyrlum. Norska bjargingartænastan Hovedredningssentralen Sør-Norge hevur lagt eina videoupptøku út av einari av nógvu bjargingunum. 

 

Her kanst tú síggja, hvussu tað sá út: