Herd tiltøk hjá IRF

Innsavningin hjá IRF er ein samfelagsberandi tænasta, sum ikki má steðga upp, skrivar IRF í tíðindaskrivi. Í sambandi við coronasmittuna hevur leiðslan tí sett herd tiltøk í verk fyri at tryggja, at innsavningin av burturkasti kann halda fram so ótarnað sum gjørligt

IRF skrivar millum annað, at IRF tekur ímóti burturkasti sum vanligt, men eingin vitjandi sleppa inn á støðirnar hjá IRF. Hetta verður gjørt fyri at fyribyrgja, at starvsfólkini verða smittað. 

Hvør bilur hjá IRF er ein avbyrgd eind

Hvør bilur hjá IRF er ein avbyrgd eind, og fólkið í bilunum skal hava minst møguligt persónligt samband við onnur í arbeiðstíðini.

 

Alt samskiftið umvegis telefon og teldu

Alt samskiftið millum starvsfólkið hjá IRF og onnur skal vera umvegis telefon ella teldu. Vit heita á borgarar og viðskiftafólk um ikki at seta seg persónligt í samband við starvsfólki hjá IRF, tá tey eru til arbeiðis. Eisini heita vit á viðskiftafólk okkara um í størsta møguligan mun at brúka bíleggingartænastuna á heimasíðuni

 

Arbeiða heimanifrá

Starvsfólkini í leiðsluni, fyrisitingini og koyrideildini arbeiða heimanifrá.

 

Eingin ferðing og talgildir fundir

Øll ferðing í arbeiðsørindum er avlýst, og alt fundarvirksemi er avlýst, útsett ella verður avgreitt talgilt.

 

Serhøllin fyribils stongd

Serhøllin er fyribils stongd til 30. mars, og sostatt verður eingin innsavning og hagreiðing av serburturkasti í hesum tíðarskeiðinum. Serburturkast umfatar umfatar elektronikk, køli- og frystiskáp og serliga dálkandi burturkast, skrivar IRF í tíðindaskrivinum.