Heri á Rógvi er nýggjur formaður í Búskaparráðnum

Nú er greitt, hvør nýggi formaðurin í Búskaparráðnum er

Heri á Rógvu, Ester Hansen og Sigurd Poulsen

Heri á Rógvu, Ester Hansen og Sigurd Poulsen

Heri á Rógvi, sum er útbúgvin búskaparfrøðingur, er nýggjur formaður í Búskaparráðnum. 

Fráfarni formaðurin Djóni Højgaard segði formanssessin frá sær, tí hann er farin í nýtt starv í Fíggjarmálaráðnum.

Hini í Búskaparráðnum eru Ester Hansen og Sigurd Poulsen.

Búskaparráðið hevur til uppgávu at fylgja við búskaparligu gongdini í landinum og at koma við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina.

Harumframt skal ráðið ráðgeva um búskaparlig viðurskifti, undir hesum um konjunkturgongdina og um fíggjarliga haldførið hjá føroyska búskapinum í longdini.

 

 

Heri á Rógvu, Ester Hansen og Sigurd Poulsen