Heri Mohr: Debessartrøð o. a.

30. november 1993 mælti landsstýrið løgtinginum til at keypa Debessartrøð frá Tórshavnar býráði.

 

 

Um eigaraskiftið fór fram, veit undirritaði ikki, men 1994 varð ein táttur yrktur um Debessartrøð til heystveitsluna á Fróðskaparsetrinum.

Debessartrøð er ein av teimum mongu traðunum í Havn, sum okkara langabbar (18. øld) við ófatiligum stríði og arbeiði veltu upp úr nýggjum.

Veltingararbeiðið, sum tók seg upp í Havn í 1863, varð væl frágingið, samstundis sum alt leysagrót varð brúkt til laðing av garði um allar traðirnar um Havnina millum Válgaravík Yviri við Strond og Sandagerð frá 1863 og árini fram. Soleiðis uppstóð Stórigarður sum ein annar Kinesiskur múrur um Havnina.

Sum fráleið gjørdist Nólsoyarfjørður spískamar hjá havnarfólki. Frá ungum bóndasyni í Hoyvík fingu fátækir havnarmenn fýramannafør við snøri, miðum og ýtum til útróður. Hetta og veltingararbeiðið og kúgvin í kjallaranum gjørdist lív og sál hjá havnarfólki.

Broytingin í tilveruni í Føroyum má haldast at vera komin so líðandi:

·      Í 1856 varð Kongligi einahandilin avtikin                                                                             

·      Í 1861 varð Realskúli stovnaður í Havn

·      Í 1866 gjørdist Havnin sjálvstøðug kommuna

·      Í 1870 kom læraraskúlavirksemi í Havn

·      Í 1882 vórðu heilsusamtyktir fyri býin settar í gildi

·      Í 1898 vórðu fyrstu vatnleiðingar lagdar í Havn

·      Stórhending fór fram, tá ið CHRISTIAN IX kongur (1863-1906) gav fátækrafólki í Havn burtur av av kongsjørð í Suðurstreymi at velta til traðir. Í takksemi og til minnis um hesa gerð varð standmyndin Kongaminnið reist og vígd í Havn 1874.

Fyrst í 1900-talinum búðu umleið 1600 fólk í Havn.

Debessartrøð er ein av teimum heilt fáu traðunum frá 1800-talinum, sum ikki eru horvnar til byggiøki ella farnar undir asfalt.

Tað var ikki av tilvild, at mentamaðurin M. A. Jakobsen [vanliga kallaður Mass] (19-9-1891 – 31-5-1944) var sálin í tí nýggja bókasavninum, sum varð bygt og tikið í nýtslu í 1931 á Debessartrøð. Har stendur eisini virðiligur minnissteinur um V. U. Hammershaimb.

Fleiri mentanarstovnar halda til á Debessartrøð: Bókasavnið, Forngrípagoymslan, Neystið á Trøðni, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Fróðskaparsetur Føroya o.a. 

Rasmus Effersøe (30-5-1857 – 23-3-1916) yrkti: ”…tú finnur vøllir vakrar, har grasið vakurt grógva man. Ímeðan grasið vakurt grør…Eg elski mína móðurjørð…tí her er gott at vera…”

Men nú er broytt í holuni við tørvandi umsiting og røkiskapi á Debessartrøð:

Fjøllini eru gingin og krovini hanga í hjalli til ræsingar; grasið á Debessartrøð ósligið; vøllurin følnaður; eingin umsiting av trøðni við J. C. Svabosgøtu.

Við somu gøtu, eitt hanagleiv í ein vestan, er ein barakk í túninum hjá Landssjúkrahúsinum.

Hon kom har fyribils – fyri umleið 65 árum síðani – tí bróstsjúkrahúsini í Hoydølum skuldu brúkast til studentaskúlan, og sjúklingarnir í Hoydølum skuldu tessvegna flytast í eina barakk undir liðini á Landssjúkrahúsinum – sum fyribils hjálp.

Sjúklingarnir eru allir farnir í Harrans hendur, men  barakkin stendur rótfest í túninum hjá Landssjúkrahúsinum.

Í árinum 2015 setti ein landsstýrismaður við heilsumálum hakan í ein moldbøkk eystan fyri Sandagerð  her í Havn. Við einum gøtuuppslagi á eystara skjøldri  á umrøddu barakk varð kunngjørt Føroya fólki, at eitt H-sjúkrahús skuldi byggjast har um leið, og at tað skuldi verða liðugt 23. februar 2019.

Í 6 ár eru frísk og sjúk, ung og gomul, livandi og deyð drigin eftir hárinum við hesum gøtuuppslagi.

Nær vit sleppa úr hesari Perpetuum Mobile-spennitroyggju, er tað valla nakar, sum kann siga við vissu, hóast Útvarp Føroya hevur kunngjørt, at landskassans grannskoðarar hava skrivað álvarslig brøv um skilaleysu bygging av H-sjúkrahúsinum við ad hoc fígging.

Og so tann grøni vøllurin á Frælsinum, sum hoyrdi til Føroya Læraraskúla og Venjingarskúlan [nú Fróðskaparsetrið]. Alt – hús og vøllur við rektarahúsi – bygt og goldið og umsitið av ríkiskassanum og Havnar kommunu, til tað varð yvirtikið sum løgtings- og ella kommunuogn [?] í 2001. Skeltið á skjøldrinum á hesi prúðu skúlaborg – FØROYA LÆRARASKÚLI –  varð beint burtur [okkara elsti skúli] og í staðin fyri kom skeltið FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA. Við hesum broyttist nógv. Til dømis endaði tann grøni vøllurin í órøkt.

Grønur gróður tykist onga mjúka hond at hava júst har, ið okkara universitet og Vesturkirkjan skuldu víst sín vakurleika.

Og eitt fótafet vestan fyri Vesturkirkjuna: ein bøur á Mattalágstrøðni við deyðagrasi eins og vøllurin á Debessartrøð.

Skammiligt at vísa fremmandum fólki, sum vitja her í stórum tali.

Í øðrum framkomnum londum eru universitet og kirkjur inkarnatión av vakurleika og stoltleika. Eitt nú í Danmark, har vit føroyingar í túsundatali hava notið og njóta mentan og vakurleika á 10 ymiskum universitetum.

Men tað kemur kanska ikki okkum við.

 

”Rosinan í pylsuendanum.”

Fólk í túsundatali hava sett búgv í Hoyvíkshaga, við Húsareyn, millum Gilja og Inni á Gøtu. Tað ber til at siga, at Tórshavnar kommuna og hesi niðursetufólk –  kanska triðingurin av øllum íbúgvum í Tórshavn –  hava framt íløgur í milliardaklassa.

Í samrøðu í sjónvarpinum við ein av okkara framkomnu arkitektum fingu vit fyri kortum at vita, at tað nógva av Karlamagnusarbreyt í Hoyvíkshaga kann sammetast við vánaligan Legoarkitektur, óskikkað til sethúsaendamál, kanska heldur búgvið til burturbeining, sanering.

Og í einum rættiliga avdúkandi lesarabrævi í Vágaportalinum verður víst á, hvussu Tórshavnar býráð eigur óhepnan leiklut í umrøddu Karlamagnusarbreyt.

Tað verður eisini sagt, at 300 íbúðir eru á Karlamagnusarbreyt, sum upprunaliga varð ætlað til 50 íbúðir.

Hjá øllum, sum varða av, er hetta ein sera tyngjandi og óhugnalig støða og ein stór skomm fyri høvuðsstaðin.

Kanska nývalda býráð skjótast gjørligt fer at greiða okkum øllum frá, hvussu katastrofan og skommin í Hoyvíkshaga og har um leiðir verður loyst upp á besta og tryggasta hátt?

 

E.s.

Undirritaði hevur tvær ferðir spurt myndugleikan um, hvussu langt reinsað spillivatn frá

Landssjúkrahúsinum er komið út í havið, áðrenn frárenslið endar sum óskaðiligt spillivatn (reinsað) í streymasjógvi í Nólsoyarfirði.

Uttan tó at fáa svar.

Ein líknandi spurningur er her relevantur: Hvussu langt út í havið er reinsað spillivatn í  kloakkskipanunum í Hoyvíkshaga, við Húsareyn, millum Gilja og Inni á Gøtu komið, áðrenn tað endar sum reinsað spillivatn millum sjóarføllini í Nólsoyarfirði og norður móti Sundalagnum og Skálafirði ?

Spillivatn er brúkt vatn frá húsarhaldi, ídnaði, jarðarbrúki o.ø., sum hevur nógv frumevni og organiskt tilfar frá livandi og deyðum verum, skarn frá menniskjum, djórum o.ø.

 

Heri Mohr